Fíggjarnevndin skal viðgera tvey berghol hósdagin

Fíggjarnevndin skal viðgera tvey berghol hósdagin
Níggju mál eru á skránni hjá Fíggjarnevndini. Tey flestu hava verið leingi í tinginum
Bergholið til Fámjins er á skránni hjá Fíggjarnevndini hósdagin.
 
08.01.2019 - 07:50

Tvey berghol eru á skránni, tá Fíggjarnevndin hevur fund hósdagin. 

Andstøðuflokkarnir og Kristin Michelsen, sum tá var við í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, løgdu fram uppskot um berghol til Fámjins. Tað var 3.oktober.

Málið hevur verið í Fíggjarnevndini síðani 7.november, tá fyrsta viðgerð var.

Nevndin hevur fingið freist til 10.januar, sum er hósdagin, til at avgreiða málið.

Hitt bergholið er til Dals. Miðflokkurin kom við uppskoti um tað tann 4.desember og fyrsta viðgerð var 11.desember.

Onnur gomul mál eru á skránni hjá Fíggjarnevndini hósdagin, so sum varskógvaraskipanin, barnaheimið, skattafría útgjaldið úr Samhaldsfasta, - tað málið fór aftur í nevnd, tá onnur viðgerð var 5.desember, og landsroknskapurin fyri 2017. .

Uppskotið hjá Miðflokkinum um bústaðarbanka er eisini á skránni hósdagin.

Tað hevur verið í Fíggjarnevndin síðani 8.november.    

Fundurin hjá Fíggjarnevndini hósdagin er fyrsti nevndarfundur í løgtinginum í 2019.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541