USA og Kina royna at linka handilskríggið

USA og Kina royna at linka handilskríggið
Talsmaður í kinesiska Uttanríkisráðnum sigur sambært Reuters, at bæði londini eru sinnað at arbeiða fyri at loysa handilsligu ósemjurnar
 
08.01.2019 - 09:52

Á fyrsta sinni, síðani amerikanski og kinesiski forsetin í desember samdust um at binda frið í 90 dagar í handilskrígnum, hittast umboð fyri londini í Bejing hesa vikuna fyri at royna at finna saman aftur.

Donald Trump, forseti segði í gjár, at handilstingingarnar við Kina ganga væl, og at veikleiki í kinesiska búskapinum hevur givið Bejing grund at royna at koma fram til eina avtalu.

Lu Kang, sum er talsmaður í kinesiska Uttanríkisráðnum, sigur sambært Reuters, at bæði londini eru sinnað at arbeiða konstruktivt fyri at loysa fíggjarligu og handilsligu ósemjurnar.

- Frá byrjan hava vit hildið, at handilsstríðið er skaðiligt fyri londini og fyri heimsbúskapin, sigur Lu Kang við Reuters.

Tu Xinquan (Shin-kuan) er handilsserfrøðingur við universitetið í Bejing. Hann heldur, at stundin nú er tann rætta at røkka eini avtalu.

- Vøksturin í kinesiska búskapinum minkar í stórum, og tað sama ger amerikanski partabrævamarknaðurin. Eg haldi, at báðir partar hava tørv á eini avtalu nú, sigur Tu við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815