Mynstringarbannið ímóti Arctic Voyager stendur við

Mynstringarbannið ímóti Arctic Voyager stendur við
Men tað er bara galdandi um skipið fer at fiska makrel hjá trolbátunum, tí har er eingin sáttmáli
 
17.01.2019 - 12:06

Mynstringarbannið, sum tey trý manningarfeløgini lýstu ímóti uppsjóvarskipinum Arctic Voyager, stendur við.

Men bannið er bara galdandi, um skipið fer at fiska makrelkvotuna, sum trolbátarnir í bólki 4 eiga.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya skipara og navigatørfelag sigur, at reiðarin hevur heitt á feløgini um at taka mynstringarbannið aftur, men tað verður ikki gjørt.

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu og er á veg á Fuglafjørð við 1700 tonsum. Skipið kann fiska svartkjaft, tí har er sáttmálin greiður.

Men skipið sleppur ikki at fiska makrelkvotuna hjá trolbátunum, tí har er eingin sáttmáli, sigur Annfinnur Garðalíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985