Kvotan á Flemish Kap bjóðast út á opnum uppboði

Kvotan á Flemish Kap bjóðast út á opnum uppboði
Sambært uppboðssølukunngerðini verða tey 1276 tonsini av toski á Flemish Kap boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi
 
18.01.2019 - 14:09

Loksins er greitt, hvussu partur av føroysku toskakvotuni á Flemish Kap verður seld.

Sambært uppboðssølukunngerðini, sum er lýst fyrrapartin, verða tey 1276 tonsini av toski á Flemish Kap boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi.

Upprunaliga ætlaði landsstýrismaðurin at royna ein higartil óroyndan uppboðssøluleist. Nevniliga eina afturlatna uppboðssølu, har boðið er bindandi.

Men Fiskivinnuráðið, sum umboðar vinnuna á sjógvi og landi, var harðliga ímóti hesum leisti.

Nú hevur landsstýrismaðurin kúvent og velur opnu uppboðssøluna, har hægsta boð vinnur.

Sambært uppboðssølukunngerðini eru tað bara línuskipini, sum kunnu bjóða uppá tey 1276 tonsini av toskakvotu á Flemish Kap.

Nú kunngerðin er lýst, hevur landsstýrismaðurin heimild at skipa eina uppboðssølu við 10 daga freist.  

Landsstýrismaðurin kann áseta ein minstaprís, ið skal almannakunngerast, tá sølan byrjar.

Hóast talan er um eina opna uppboðssølu, har til ber at fylgja við, so hvørt bjóðað verður upp á fiskin, verða nøvnini á teimum, sum bjóða, ikki upplýst.

Ikki fyrr enn sølan er avgreidd, verða nøvnini almannakunngjørd.

Rokningin fyri tey tonsini av toskakvotu á Flemish Kap, ið verða keypt á uppboðssøluni, fellur til gjaldingar 31. desember í ár. 

Gjaldast skal fyri alla nøgdina, eisini tað, sum møguliga ikki verður fiskað.

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er 3.911 í ár. Lógin um sjófeingi sigur, at alt sum er yvir 3.100 tons, umframt 15 prosent av tí, sum er undir, skal seljast á uppboðssølu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576