Fíggjarkreppa fær Trump at útseta røðu

Fíggjarkreppa fær Trump at útseta røðu
Donald Trump, forseti í USA, fer at útseta siðbundnu State of the Union-røðuna, sum amerikanski forsetin á hvørjum ári heldur fyri tjóðini
Árliga, siðbundna State of the Union-røðan hjá amerikanska forsetanum fer at verða hildin, tá fíggjarkreppan í USA er av
 
24.01.2019 - 06:46

Árliga røðan um støðuna í USA fer at verða hildin, tá tann aktuella fríggjarkreppan í USA er av. Tað skrivaði Trump í einum boðum á sosiala miðlinum, Twitter, í gjárkvøldið.

Røðan skuldi verða týsdagin í næstu viku - 29. januar - í Umboðsmannatinginum, men forkvinnan í lóggevandi tinginum, Nancy Pelosi steðgaði hesum.

Í einum opnum brævi skrivar hon, at Demokratarnir, ið hava meiriluta í Umboðsmannatinginum, ikki fara at samtykkja neyðugu, formligu loyvini, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

 

Partur av ríkisfyrisitingini í USA er stongd 33. dagin á rað, tí teir báðir stóru flokkarnir, ið hava meirilutan í hvør sínari tingdeild, ikki kunnu semjast um fíggjarætlanina fyri 2019.

Forkvinnan í lóggevandi tinginum, Nancy Pelosi, sigur, at Trump kann halda røðuna tá ríkisfyrisitingin í landinum aftur er virkin, sum hon plagar.

Senatið fer í dag væntandi at atkvøða um eitt nýtt fíggjarlógaruppskot. Hóast uppskotið vinnur frama, verður tað ikki mett at vera sannlíkt, at fíggjarlógaruppskotið sleppur ígjøgnum til Umboðsmannatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597