- Vantandi politiskt tev frá landsstýrinum

- Vantandi politiskt tev frá landsstýrinum
Páll á Reynatúgvu heldur, at tað er manglandi politiskt tev, tá fíggjarmálaráðharrin boðsendir fíggjarnevndina á fund, tá nevndin ikki er arbeiðsfør
 
24.01.2019 - 10:44

Tað er manglandi, politiskt tev, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðsendir Fíggjarnevndina hjá løgtinginum á fund við seg, samstundis sum fíggjarnevndin ikki er arbeiðsfør.

Í gjár varð støðan í fíggjarnevndini sett á spíssin, tá Kristina Háfoss sendi boð eftir fíggjarnevndini at viðgera broyting í lógini um játtanarskipan landsins.

Meirilutin í fíggjarnevndini - andstøðuumboðini og Kristin Michelsen - noktaðu at møta. Grundgevingin er, at fíggjarnevndin í løtuni ikki er arbeiðsfør, tí Ruth Vang forkvinna ikki vil kalla nevndina saman, tí hon stendur til at missa sín forkvinnusess har.

Hóast tingformaðurin skilir tørvin hjá eini minnilutasamgongu at samráðast við andstøðuna, so minnir hann á tríbýtið av valdinum og heldur, at landsstýriskvinnan átti at havt bíðað, til knúturin er loystur.

Viðlíkahaldsarbeiðið hevur verið í tingsalinum, og tí hevur eingin tingfundur verið í ár.

Páll á Reynatúgvu, tingformaður vónar, at ársins fyrsti tingfundur kann haldast í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365