Viðurkenna forsetan, men við eina treyt

Viðurkenna forsetan, men við eina treyt
Frakland, Týskland, Spania og Bretland vilja viðurkenna andstøðuleiðaran í Venesuela, Juan Guaido, sum virkandi forseta, um hann skrivar út val nú
 
26.01.2019 - 18:18

Treytin er, at val verður útskrivað innan 8 dagar.

Franski forstin, Emmanuel Macron, skrivar á Twitter, at hann fer at viðurkenna Guaido sum forseta, um so verður. 

Talskvinnan hjá týsku stjornini skrivar á Twitter, at týska samvelidið er tilreiðar at viðurkenna Guaido sum fyribils forseta, um val verður útskrivað beinanvegins, og somu boð eru fra Spania. 

Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, hevur eisini verið á Twitter, og sigur seg viðurkenna Guaido, um val verður útskrivað innan 8 dagar, tí fólkið í Venesuela líðir, og hevur uppborið nýggja byrjan.

USA stuðlar Juan Guaido. 

Tilnevnt seg sjálvan

Guaido er andstøðuleiðari og formaður í parlmentinum í Venesuela, men hevur tilnevnt seg sjálvan til forseta. 

Kreppan í Venesuela verður í kvøld viðgjørt á fundi í ST-trygdarráðnum í New York. 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður við til fundin í trygdarráðnum í kvøld, og hann fer at leggja trýst á at fáa trygdarráðið at viðurkenna Guaido. Russland er eins og USA, fastur limur í Trygdarrráðnum, og Russland hevur higar stuðlað Maduro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343