USA herðir revsitiløtk

USA herðir revsitiløtk
Stjórnin hjá Donald Trump, forseta, hevur gjørt av at herða tiltøkini móti trimum russiskum feløgum
 
28.01.2019 - 12:24

Hóast harða politiska mótstøðu, eisini í republikanska flokkinum, hevur stjórnin hjá Donald Trump, forseta, gjørt av at herða tiltøkini móti trimum russiskum feløgum.

Øll feløgini hava samband við ríkmannin, Oleg Deripaska, sum m.a. verður lagdur undir at hava lagt seg út í amerikanska forsetavalið í 2016.

Stjórnin hevur verið undir trýsti frá vinnulívinum um at herða tiltøkini. 

Eitt av russisku feløgunum, sum er rakt, er heimsins næststørsti útflytari av aluminium. 

Amerikansku tiltøkini hava havt við sær, at prísurin á aluminium er hækkaður munandi.

Oleg Deripaska verður nevndur fleiri ferðir í kanningini hjá serliga ákæranum, Robert Mueller, sum kannar russisku uppíleggingina í amerikanska forsetavalið í 2016.

Deripaska hevði samband við Paul Manafort, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump, og hann hevur viðgingið seg sekan í at hava verið upp í eini ráðagerð móti USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221