Leggja í felag sak móti Trump

Leggja í felag sak móti Trump
Fleiri amerikanskir statir handaðu í gjár felags stevning móti amerikanska forsetanum, Donaldi Trump. Tey halda, at hann hevur tilgjørt eina kreppu
 
19.02.2019 - 07:45

Stevningin er aftursvar til, at Trump seinasta fríggjadag lýsti støðuna við markið til Meksiko at vera nationala kreppu fyri at skaffa pening til at byggja ein múr á sunnara markinum í USA.

Í stevninig skriva statirnir, at teir leggja sak móti Trump fyri at verja íbúgvarnar, tilfeingið og fíggjarligu áhugamálini.

- Ímóti viljanum hjá kongressini hevur forsetin nýtt eina tilgjørda kreppu um ólógliga tilflyting til at lýsa landið í nationala kreppustøðu, og flyta almenna pengar, sum skuldu nýtast til stríðið móti rúsevnum, hernaðarligar byggiverkætlanir og løgreglu, til at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko, stendur í stevningini. 

Viðmerkja ikki stevningina

Samstundis umhugsar Kongressin, har Demokratarnir hava valdið, at bjóða av kreppufráboðanini hjá Trump. 

- Tað er sera harmiligt. Hon er ikki í samsvari við grundlógina. Vit mugu berjast ímóti henni í rættinum, kongressini og í almenninginum, segði leiðarin hjá Demokratunum, Nancy Pelosi.

15 av 16 statum, sum eru við í felags stevningini hava demokratiskar guvernørar, - einasta undantak er Maryiland. Hvítu Húsini og amerikanska løgmálaráðið hava higartil ikki viðmerkt stevningina. 

Ikki fyrstu ferð

Amerikanskir forsetar hava fleiri ferðir lýst nationala kreppu, síðani National Emergencies Act gjørdist ein møguleiki í 1976. Men sambært New York Times hevur lóggávan ongantíð fyrr verið brúkt fyri at sleppa uttan-um Kongressina eftir at forsetin ikki hevur fingið fígging til ávíst øki.

Kreppu-fráboðanin hjá Trump hevur longu tvær stevningar ímóti sær, - onnur frá bólkinum, Public Citizen, sum umboðar land-eigarar í Texas.

Hin er frá Center for Biological Deiversety, Defenders of Wildlife og The Animal Legal Defense Fund.  Aðrir bólkar hava eisini boðað frá, at tey fyrireika stevning.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666