Tjóðveldi vil halda fram í fólkatinginum

bannari
Tjóðveldi vil halda fram í fólkatinginum
Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið, sum verður í ár. Tað varð samtykt á eykaflokstingi í gjárkvøldið
Fólkatingið.
 
22.02.2019 - 07:10

Semja er ikki í flokkinum um uppstilling til fólkatingsval, men eykaflokstingið samtykti tó, at flokkurin stillar upp. Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi fekk heimild at gera av, hvussu stillast skal upp.

Aðalstjórnin skal í samráði við økisfeløgini hjá flokkinum gera av, hvørji og hvussu nógv valevni skulu á listan og gera valskránna lidna.

Á eykaflokstinginum greiddi Magni Arge frá arbeiðinum hjá Tjóðveldi í fólkatinginum tey seinastu skjótt fýra árini. 

Viðtøkurnar krevja samtykt um val

Sambært viðtøkum Tjóðveldis skal eykafloksting gera av, um stillast skal upp til fólkatingsval.

Tjóðveldisflokkurin, sum varð stovnaður í 1948, stillaði upp til fólkatingaval fyrstu ferð í 1960. Hann stillaði tó ikki upp í 1964, 1966, 1968 og 1971.

Men síðani hevur hann stillað upp til hvørt fólkatingsval. Tjóðveldi varð størsti flokkur í Føroyum á fólkatingsvalinum 18.juni í 2015.

Høgni Hoydal, floksformaður, varð valdur í folkatingið í 2015. Men næsta maðurin á listanum, Magni Arge, hevur verið í fólkatinginum í valskeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201