Alt ov stutt hoyringarfreist hjá landsstýrinum

Alt ov stutt hoyringarfreist hjá landsstýrinum
Landsstýrið heldur ikki sína egna áseting um hoyring, tá uppskot eru gjørd um lógir og kunngerðir
Landsstýrið heldur ikki sína egnu áseting um hoyringarfreistir.
 
25.02.2019 - 13:08

Landsstýrið heldur ikki sína egna áseting um hoyring, tá uppskot eru gjørd um lógir og kunngerðir.

Sambært heimasíðuni hjá løgmanni eiga lógaruppskot, kunngerðir og ríkislógartilmæli altíð at verða send til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.

Vanliga eigur tíðarfreistin at lata inn ummæli at vera fýra vikur. Henda freist eigur ikki at verða skerd, uttan so at tað er átrokandi neyðugt. 

Síðani á nýggjárinum hevur landsstýrið sent 31 uppskot til hoyringar.

Ov stutt freist

Í 27 førum hevur hoyringarfreistin verið styttri enn fýra vikur, í nógvum førum nógv styttri enn fýra vikur.

Í onkrum føri er hoyringarfreistin bara fýra dagar.

Landsstýrið brúkar sum undanførslu, at seinasti framløgudagur er 7.mars.

Men løgtingið skal tó hava tey mál, sum skulu leggjast fram seinasta framløgudag, í seinasta lagi nú hósdagin, sum er 28.februar, á middegi.

Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki eru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi hósdagin, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459