Røktarheim og nýggjur býarpartur í Havn

Røktarheim og nýggjur býarpartur í Havn
Røktarheim og røktaríbúðir verða bygdar í Marknagili í Havn
Røktarheim og røktaríbúðir skulu bygggjast í Marknagili í Havn
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
26.02.2019 - 11:48

Tað mælir umsitingin hjá Tórshavnar kommunu til. Málið er samtykt bæði í Byggi- og býarskipanarnevndini og í Fíggjarnevndini. Tað er á skránni fyri býráðsfundin nú hóskvøldið.

Í oktober 2017 samtykti býráðið at seta bygginevnd at útvega byggiskrá til røktarheim og røktaríbúðir. Røktarheimið verður 6.600 fermetrar. Har verða 64 búpláss og 16 røktaríbúðir.

Økið, sum umsitingin hjá býráðnum vísir á at brúka til røktarheim og røktaríbúðir, er oman fyri býlingin undir Fjalli. Býráðið hevur ætlanir um at gera Marknagil til ein býarpartsdepil.

Í býarpartsdeplinum verða matvøruhandlar, stovnar, skúlar og onnur útbúgving, býlingshús og høli til mentanarligt virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558