Bussarnir í Havn skulu eisini koyra sunnudag

Bussarnir í Havn skulu eisini koyra sunnudag
Ferðaætlanin hjá bussunum í Havn skal broytast nógv, ætlar býráðið, og málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld
Bussleiðin skal hava nýggja ferðaætlan
 
27.02.2019 - 12:46

Koyrt verður til klokkan ellivu leygarkvøld, og sunnudagar millum kl. 10:00 og 21:00, sambært uppskotinum. Bygdirnar hava tó tilkallivakt um vikuskiftið.

Ein broyting er, at tvær leiðir koyra í Havn 15. hvønn minutt. Tær verða høvuðsleiðir.

Onnur byrjar á Hamrinum á Argjum, fer til Hoyvíkar, og endar aftur á Hamrinum. Hin byrjar á Norðasta Horni, fer niðan á Háls, og endar á Norðasta Horni.

Tvær siðuleiðir

So eru tvær síðuleiðir, sum koyra hvønn hálvan tíma. Onnur byrjar við AB-vøllin, fer til Hoyvikar, og endar aftur við AB-vøllin. Hin byrjar Millum Gilja, fer oman í Steinatún og niðan aftur Millum Gilja.

Sáttmálin, sum Tórshavnar kommuna hevur um Bussleiðina við Sp/f Gundur´s bussar, er longdur til 1. apríl í ár. Í honum eru 31.133 tímar. Men í nýggju ferðaætlanini verða 35.599 tímar.

Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til eitt tilmæli hjá meirilutanum í Teknisku nevnd um at fara undir eina royndarskipan, sum Gundur´s bussar skulu hava frá 1. apríl í ár til 1. apríl næsta ár.

Bussleiðin kostar góðar 24 milliónir krónur um árið. Nýggja ferðaætlanin kostar fýra milliónir krónur meira um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233