Tilkalling forðar fyri sigling við ongum fólkum

Tilkalling forðar fyri sigling við ongum fólkum
Jósup sigldi ofta uttan ferðafólk. Tilkalling forðar fyri tí
Jósup tekur 70 ferðafólk. Nógvar túrar í Hestfirði var einki
 
05.03.2019 - 11:47

Av tí at Jósup sigldi so ofta uttan ferðafólk millum Gomlurætt og Hest og millum Hest og Gomlurætt, hava Strandfaraskip landsins gjørt av, at allir túrar hjá Jósupi nú eru tilkallingartúrar. 

Jósup hevur røkt siglingina millum Gomlurætt og Hest saman við Teistanam síðani 14. januar í ár. Tá Jósup hevði siglt í ein mánað, visti Útvarpið at siga, at í miðal vóru 1,3 ferðafólk hvønn túr.

Einki ferðafólk var við 53 túrar av 114, sum tá vóru í yvirlitinum. 

Talan var um royndartíð

Tá Jósup fór undir siglingina út i Hest, segði stjórin á Strandferðsluni, at talan var um eina royndartíð í hálvanfjórða mánað, til 1. mai, tá Jósup fer at sigla millum Sørvág og Mykines.

Hvussu verður við Hesti eftir 1. mai, er ikki greitt enn.  

Teistin siglir túrarnar klokkan 08:45 av Gomlurætt og klokkan 09:05 úr Hesti mánadag, mikudag og fríggjadag, tá Teistin tekur vatn í Hesti. Hetta eru ikki tilkallingartúrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025