Barnaheimið neyvan avgreitt í hesari tingsetuni

Barnaheimið neyvan avgreitt í hesari tingsetuni
Skipanaruppskotið um Barnaheimið, sum skal byggjast í Hoyvík, verður ikki líðugt fyrr enn í summar
Ætlanin er at byggja barnaheim her í Hoyvík. Men, nær tað verður, er ógreitt.
 
07.03.2019 - 12:41

Skipanaruppskotið um Barnaheimið, sum skal byggjast í Hoyvík, verður ikki líðugt fyrr enn í summar.

Tað fekk Fíggjarnevndin hjá løgtinginum at vita fyrrapartin.

Tí er lógaruppskotið um Barnaheim, sum er í Fíggjarnevndini, ikki búgvið, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at hann fer at mæla til, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, tekur uppskotið aftur.

Ger hon ikki tað, fer Bárður á Steig Nielsen at biðja løgtingið um at fella uppskotið.

Í summar

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, var saman við Landsverki í Fíggjarnevndini fyrrapartin.

Nýggja Barnaheimið verður 20 milliónir krónir dýrari enn tað, sum stendur í uppskotinum. 

Nú er metingin, at Barnaheimið fer at kosta 85 milliónir krónur.

Og einki skipanarauppskot var við lógaruppskotinum. Tað verður ikki liðugt fyrr enn í summar, hevur Figgjarnevndin nú fingið at vita.

Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn lógaruppskot verða latin løgtinginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952