Jónhild og Katarina eru ársins álitisfólk

Jónhild og Katarina eru ársins álitisfólk
Limir og nevnd í Starvsmannafelagnum hava valt Jónhild Jørgensen og Katarinu Petersen sum Ársins álitisfólk
 
10.03.2019 - 10:30

Tvær kvinnur fáa í ár heiðurin sum Ársins álitisfólk í Starvsmannafelagnum.

Hetta var greitt á aðalfundi felagsins í gjár.

Ársins álitisfólk eru Katarina Petersen, álitisfólk í Sosialu Deild í Tórshavnar kommunu, og Jónhild Jørgensen, álitisfólk í Vága kommunu, sum fær heiðurin fyri arbeiðið sum álitisfólk í Barnaverdartænastuni í Vágum.

- Felags fyri tær báðar er, at tær hava verið í truplum starvsfólkamálum, har tær hava verið sakligar, avgjørdar, róligar og stinnar, og hava verið við til at tryggja rættindi hjá starvsfólkunum. Tær hava samvitskuful og ábyrgarfult røkt starvið sum álitisfólk, stendur millum annað í grundgevingunum.

Heiðurin at vera Ársins Álitisfólk verður latin einaferð um árið á aðalfundi felagsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961