Linari revsing í Grønlandi enn í ríkinum annars

Linari revsing í Grønlandi enn í ríkinum annars
Revsingin fyri at bróta lógina um pengaflytingar millum lond er linari í Grønlandi enn hon er í Føroyum og Danmark
 
27.03.2019 - 07:49

Lógin er broytt í royndunum at forða fyri, at pengar verða hvíttaðir. Í Grønlandi er harðasta revsing sekt. Í Føroyum og Danmark er harðasta revsing fongsul í mesta lagi í seks mánaðir.

Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, gjørdi Grønlandsnevndin hjá fólkatinginum vart við hetta í álitinum. Nevndin stúrir fyri, at Grønland verður brúkt til at hvítta pengar, tí revsingin har er linari enn aðrastaðni.

Loyvir ikki fongsul

Kriminallógin í Grønlandi loyvir bara sekt. Revsilógin í Føroyum og í Danmark loyvir fongsulsrevsing, tá lógarbrotið er serliga grovt.

Grønlandsnevndin hjá fólkatinginum biður donsku stjórnina um at samráðast við landsstýrið um revsingina fyri at hvítta pengar.

Fólkatingið samtykti annars í gjár lógirnar fyri Grønland og Føroyar um at flyta pengar millum lond. Í Danmark hevur lógin verið galdandi í nøkur ár. Hon byggir á ES-reglur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860