Salma prinsessa í Marokko horvin

Salma prinsessa í Marokko horvin
Kona Mohammed 5. kong í Marokko ikki er sædd alment í hálvt-annað ár.  Lalla Salma prinsessa giftist Mohammed 5. kongi í Marokko í 2002
 
31.03.2019 - 11:45

40 ára gamla Lalla Salma gjørdist kend fyri at vera virkin og sjónlig. Men síðani oktober 2017 er hon ikki sædd. Og fáir miðlar hava tora at skriva um hetta, skrivar danska blaðið Jyllandsposten. Gitingar hava verið um, hvat kann vera hent, men kortini eru nakrar gitingar oftari frammi enn aðrar. 

- Tosað hevur verið um at tað kann vera hjúnarskilnaður. Hon kann verða flutt til USA, onnur halda til Grikkalands. Onnur siga, at hon framvegis er í høvuðsstaðnum, Rabat, í Marokko.

Salma prinsessa, fødd Salma Bennani, fekk barn við Mohammed 5.kongi 8. mai 2003. Tá var Moulay Hassan krúnprinsur føddur. 28. februar 2007 fekk parið eisini eina dóttur, Lalla Khadija prinsessu.

Í Marokko hevur kongurin vanliga havt fleiri konur. Men Lalla Salma prinsessa skrivaði søgu, tí hon fekk Mohammed 5. kong at almannakunngera, at hann ikki fór at taka aðara konur enn hana. Hon hevur eisini verið virkin í stríðnum fyri at vinna kvinnum rættindi, og fyri at hjálpa krabbemeinssjúklingum. 

Seinastu tíðina hevur fleiri alemnnar vitjanir verið, har Lalla Salma prinsessa ikki hevur verið við. Tá sponsku kongshjúnini vitjaðu í februar var tað systir og beiggi Mohammed kong og Mohammed sjálvur sum vóru vertir. Einki varð sagt um prinsessuna.

Heldur ikki, tá Harry prinsur og hertuginnan, Meghan, vegna bretsku stjórnina vitjaðu í Marokko, sást Salma prinsessa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514