Kommunur brúka meira enn tær fáa til tey gomlu

Kommunur brúka meira enn tær fáa til tey gomlu
Bygdarráðið í Porkeri hevur samtykt ikki at gjalda Bú- og heimatænastuni meira fyri 2018
Porkeri noktar at rinda meira til eldraøkið í Suðuroynni enn kommunan fær frá landinum
 
12.04.2019 - 07:48

Bygdarráðið í Porkeri hevur samtykt ikki at gjalda Bú- og heimatænastuni eykarokningina fyri 2018.

Samtykt er at halda fast við verandi samtykt. Hon er, at Porkeris kommuna ikki rindar meira fyri 2018, enn kommunan fær fyri at forskatta eftirlønir og fyri útisiglarar.

Kommunan fekk tríggjar milliónir og 436.000 kr. frá landinum í fjør. Men rokningin frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni er 567.000 kr. størri enn tað.

Mikkjal Sørensen, borgarstjóri, sigur, at teir pengarnir, altso 567.000 kr., verða ikki goldnir. Fáir útisiglarar eru í Porkeri, og tí fær kommunan ikki so nógv fyri útisiglarar, sigur borgarstjórin.   

Brúka meira enn tær fáa

Í lesarabrævi í gjár sigur borgarstjórin í Eysturkommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum, Jóhan Christiansen, at kommunurnar fingu 464 milliónir og 837.132 kr. frá landinum í fjør.

Men tær brúktu 27 milliónir og 58.239 kr. meira enn tað til eldraøkið.

Kommunurnar brúktu 6,8 prosent meira enn tær fingu frá landinum, sigur Jóhan Christiansen. Útisiglarar eru ein fjórðingur av tí, sum kemur úr landskassanum.

Teir pengarnir verða goldnir teimum kommununum, har sum útisiglarnir búgva. Hetta ger, at kommunur, har sum nógvir útisiglarar eru, fáa flestar pengar, tí tær fáa minni í kommunuskatti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Politikkur
Samferðsla