Undrast á Mentamálaráðið

bannari
Undrast á Mentamálaráðið
Landsgrannskoðanin undrast á, at MMR ikki gjørdi annað, enn bara at spyrja einaferð um mánaðin um játtanin til Marknagil fór at halda.
 
13.04.2019 - 15:48

Av skrivliga samskiftinum sæst, at Mentamálaráðið hevur fingið staðiliga áheitan frá Fíggjarnevndini um at hava neyvt eftirlit við fíggjarligu gongdini og tíðarætlanini.

Eftirlitið hjá Mentamálaráðnum sær út til at hava snúð seg um at spyrja Landsverk, um játtanin helt og um tíðarætlanin helt, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini.

Tó at tann fíggjarligi parturin av byggingini hevur verið sera nógv umtalaður, bæði í Løgtinginum og í almenna rúminum, tykist tað undranarvert, at Mentamálaráðið ikki skal hava sóknast eftir øðrum skjalprógvi fyri at peningurin fór at røkka til alla byggingina, enn at spyrja eina ferð um mánaðin, um stjórin á Landsverki helt, at játtanin fór at halda.

Ivingarsemið rein helst ikki við

Í apríl 2014 minti Mentamálaráðið Landsverk á, at tá ið ráðið fekk játtanina upp á pláss til Marknagilsdepilin, álegði Fíggjarnevndin teimum at fylgja væl við játtanini, soleiðis at ráðið tryggjaði sær, at játtanin fór at halda.

Tvær vikur seinni skrivaði landsstýrismaðurin í mentamálum til fyrisitingarstjóran, at hann mælti til at biðja um skrivligar og neyvar upplýsingar um játtanarnýtslu og byggigongd í mun til tær ætlanir, ið vóru lagdar fram, umframt eina neyva meting um tað, sum eftir var at byggja. 

Ivingarsemið hjá Fíggjarnevndini og hjá landsstýrismanninum í mentamálum í 2014 sær ikki út til at hava rinið við Mentamálaráðið annað enn at ráðið skrivliga hevur mint Landsverk á orðini hjá Fíggjarnevndini um at fylgja væl við játtanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860