Kannabis: Alt er í hondunum á landsstýriskvinnuni

Kannabis: Alt er í hondunum á landsstýriskvinnuni
Tey írestandi seks evnini úr kannabisplantuni, sum enn ikki eru loyvd at nýta sum heilivágur í Føroyum, kunnu gerast lóglig við einum pennastroki.
 
19.04.2019 - 15:15

Okkurt bendir á, at seinastu seks evnini úr cannabis-plantuni, sum eru partar av donsku royndarskipanini við cannabis-heilivági men framvegis ikki eru loyvd í Føroyum, verða lóglig í næstum.

Trivnaðarnevndin í løgtinginum viðger uppskotið hjá Jenisi av Rana um at gerast partur av donsku royndarskipanini.

Nevndin hevur biðið landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at koma á fund í næstu viku.

Trivnaðarnevndin umrøðir kannabisheilivágin týsdagin, og Siri Steenberg, landsstýriskvinna, er biðin um at møta á fundi kl. tvey tann dagin.

Vistu ikki at kannabis er lógligt

Í løtuni fáa 61 føroyingar heilivág frá cannabis-plantuni. Heilivágurin hevur allatíðina verið lógligur; men tað var ikki fyrrenn kjakið um kannabis tók seg upp í fjør, og  landsapotekarin gjørdi vart við støðuna, at føroyingar funnu útav, at teir kunnu biðja um kannabis-heilivág.

 Í fjør vórðu sjey ymisk sløg av kannabis-heilivági latin føroyingum; men enn eru seks sløg, sum eru úrdráttir úr turkaða toppskotinum av kannabisplantuni, sum ikki standa á listanum hjá landsapotekaranum og tí ikki eru loyvd í Føroyum.

Til tess krevst, at landsstýriskvinnan lýsir tey lóglig við kunngerð.

 - Eg ætli mær sjálvandi at umrøða tað við trivnaðarnevndina, sigur Siri Stenberg, sum vil hava vissu fyri, at hon hevur uppbakning í samgonguni, áðrenn hon lýsir evnini lóglig við kunngerð.

Samd um endamálið; ósamd um háttin

Bæði andstøðu- og samgonguumboðini í trivnaðarnevndini - hava sagt seg vera sinnað at loyva kannabisheilivági. 

Men tey tykjast vera ósamd um, hvussu tað skal gerast.

Andstøðan mælir til at samtykkja uppskotið hjá Jenisi av Rana og lata Føroyar gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabis-heilivági.

Hinvegin mæla samgonguumboðini til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum lýsir tey írestandi seks bannaðu kannabisheiliváginum at vera lóglig.

Sí eisini: Løgtingið broytt støðu um kannabis

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985