Skotbardagi eftir yvirgangsálopini í Sri Lanka

Skotbardagi eftir yvirgangsálopini í Sri Lanka
Pápi og tveir brøður mannin, sum er heilin aftan fyri yvirgangsatsóknirnar í Sri Lanka páskadag, eru deyðir í einum skotbardaga við hervaldið. 
 
28.04.2019 - 12:41

Hervaldið í Sri Lanka fór fyrradagin inn í eini hús í býnum Kalmunai, váttar løgreglan fyri Reuters í dag.


Tað bleiv skotbardagi, og har doyðu Zainee Hashim, Rilwan Hashim og pápi teirra Mohamed Hashim, sum vóru við í einum sjónbandi, sum var á sosialu miðlunum.


Í sjónbandinum løgdu teir upp til kríggj í móti øllum vantrúgvandi, og eggjaðu sínum fylgjarum til at drepa vantrúgvandi, meðan børn sóust í bakgrundini.


"Vit fara at oyðileggja vantrúgvandi fyri at verja hetta landið, og tískil mugu vit hava jihad", segði Rilwan Hashim. 

15 fólk doyðu


Teir tríggir vóru millum 15 fólk, sum doyðu í skotbardaganum.

Svágurin hjá Hashim brøðrunum, Niyaz Sharif, hevur váttað fyri Reuters, at tað eru Zainee, Rilwan og Mohamed Hashim, sum eru at síggja í sjónbandinum.

Tað er beiggi teirra, Zahran Hashim, sum eftir øllum at døma er oddamaðurin handan yvirgangsálopini í Sri Lanka páskadag, sum kravdu fleiri enn 250 mannalív. 


Myndugleikarnir hava handtikið fleiri enn 100 fólk, har í millum útlendingar úr Sýria og Egyptalandi. Myndugleikarnir eru bangnir fyri, at fleiri sjálvmorðsbumbarar eru í Sri Lanka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373