Fakfelagið bjóðaði aðalstjórunum advokat

Fakfelagið bjóðaði aðalstjórunum advokat
Tænastumannafelag landsins er annars ikki farið upp í málið hjá aðalastjórunum í Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum 
Seinasta orðið er verri enn so sagt um byggingina í Marknagili.
 
27.05.2019 - 12:51

Tænastumannafelag landsins er ikki farið upp í málið hjá aðalastjórunum í Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum. 

Aðalstjórarnir, Poul Geert Hansen og Rúni Joensen, eru í andgletti í sambandi við málið um byggingina í Marknagili.

Men felagið bjóðaði teimum løgfrøðing sum hjásita, tá teir vóru á fundi um málið við Løgmansskrivstovuna.

Formaðurin í Tænastumannafelagnum, Meinhard Gaardlykke, vil ikki gera viðmerking um málið annars, tí talan er um persónsmál.

Aðalstjórarnir hava fingið niðurstøðuna hjá Landsgrannskoðanini um skúladepilin í Marknagili til ummælis frá løgmanni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at hann ætlar at avgreiða hetta málið, meðan hann er løgmaður.


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373