Skúlabyggingin gevur kommununi undirskot

Skúlabyggingin gevur kommununi undirskot
Savnaði pengar til skúlan, sum verður bygdur uttan lántøku
Skúlin á Skúlatrøð skal verða liðugur í ár.
 
04.06.2019 - 12:41

Skúlabyggingin ger, at Klaksvíkar kommuna hevur undirskot. 

Klaksvíkar kommuna hevði stívar 15 milliónir krónur í halli í fjør.

Inntøkurnar hjá kommununi vóru góðar 270 mió. kr., raksturin kostaði slakar 200 mió. kr. og íløgur vórðu gjørdar fyri góðar 75 milliónir.

Orsøkin til hallið í Klaksvík er skúlabyggingin, sum kostar 110 mió. kr.

Kommunan hevur havt hall í 2017, í fjør og fer eisini at hava hall í ár. 

Men annars hevur hon havt yvirskot, tað var til dømis 26 milliónir í 2016.

Ikki lán til skúlan

Kommunan hevur í seks ár savnað pengar til byggingina á Skúlatrøð fyri at sleppa undan at læna pengar til skúlabyggingina.

Nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu var 93,3 mió. kr. við árslok í fjør, svarandi til 0,42 av einari álíkning. 

2018 var annars fyrsta árið, har sum inntøkan hjá kommununi fyri skattgjaldaran var minni enn árið fyri.

Tað merkir, at fólk í kommuni tjentu minni í fjør enn árið fyri, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. 

Inntøkan hjá kommununi vaks annars 1,6 prosent í fjør, men vøksturin í fólkatalinum er orsøkin til tann vøksturin, sigur Jógvan Skorheim.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531