Uppskot um at broyta lóg strandaði í løgtinginum

Uppskot um at broyta lóg strandaði í løgtinginum
Lógin um heilsutrygd skuldi broytast, men uppskotið um tað stegðaði í løgtinginum
Heilsutrygd lurtar eftir Løgmansskrivstovuni og krevur pengar frá teimum, sum eisini gjalda í øðrum londum.
 
18.07.2019 - 13:12

Lógin um heilsutrygd skuldi broytast, men uppskotið um tað strandaði í løgtinginum.

Galdandi heilsutrygdarlóg er oman fyri norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, sigur Løgmansskrivstovan.

Sáttmálin kemur fyrst, síðani lógin, sigur kærunevnd, og vísir til stýriskipanarlógina.

Og her stendur málið nú.

Ætlanin hjá landsstýrinum var at broyta lógina um heilsutrygd, so hon er í samsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.

Uppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið 7.mars í 2017.

Men lógarbroytingin hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, kom ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn løgtingssetan endaði og datt tí burtur á ólavsøku 2017.

Lógarbroytingin kom ikki aftur í tingsetuni 2017 ella í tingsetuni 2018, sum endar um eina góða viku.

Lógin fram um sátmálan

Løgmansskrivstovan hevur givið Heilsutrygd boð um at halda galdandi heilsutrygdarlóg.

Hon sigur, at øll, sum eru vorðin 18 ár og búgva í Føroyum, skulu rinda heilsutrygdargjald.

Eisini millum annað tey, sum búgva í Føroyum, men sigla við norskum skipum og gjalda til Folketrygd í Noregi sambært norskari lóg.

Heilsutrygd sigur, at hon hevur onga lógarheimild at sleppa fólki, sum búgva í Føroyum, undan heilsutrygdargjaldinum. 

Kærunevndin 

Men Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum sigur nakað annað.

Hon sigur, at sambært stýriskipanarlógini kemur millumlandasáttmáli fram um løgtingslóg, um lógin gongur í móti sáttmálanum.

Maðurin, sum siglir við norskum skipi, sigur í sínari kæru til Kærunevndina í almannamálum, familjumálum og heilsumálum, at Heilsutrygd brýtur stýrisskipanarlógina við at ganga í móti Nordisk konvention um sosial sikring.
 
Heilsutrygd hevur tó lýst við, at fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum londum, kundu søkja um at fáa heilsutrygdargjald í Føroyum afturgoldið.

Ongar pengar

Nógv gjørdu tað. Men tey hava ongar pengar fingið.

Tí Løgmansskrivstovan segði, at slíkt stig krevur lógarbroyting.

Hon varð eisini løgd fyri løgtingið, men kom ikki aftur haðani.

Løgmansskrivstovan sigur í rundskrivi um lógarsmíð frá januar í ár, at Føroyar hava skyldu til at broyta løgtingslógirnar samsvarandi millumlanda sáttmálum.

Dómstólarnir gera av, um ein løgtingslóg skal setast til viks fyri millumtjóðasáttmála.

Sambært Løgmansskrivstovuni er galdandi heilsutrygdarlóg tí oman fyri Nordisk konvention um sosial sikring.]]  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012