Kanna nú dómin sum kolldømir Fiskimálaráðið

Kanna nú dómin sum kolldømir Fiskimálaráðið
Í Fiskimálaráðnum eru tey nú í ferð við at nærlesa dómin hjá Føroya rætti um veiðiloyvið og fiskiloyvið hjá p/f Northwest Pelagic
Norðhavið
 
23.07.2019 - 11:09

Føroya rættur gav í gjár Northwest Pelagic fult viðhald. Rætturin segði, at tað var ein skeiv avgerð hjá Fiskimálaránum at taka loyvini frá felagnum.

Avgerðin varð tikin 26.apríl í 2017. Northwest Pelagic søkti um loyvini í januar 2016. 

Men Vørn noktaði at geva loyvini, tí útlendingar høvdu ræðið á felagnum, segði Vørn.

Lógarbrot

Og slíkt er brot á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum tá var galdandi. Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn.

Men lógin um vinnuligan fiskiskap er ikki brotin, sigur Føroya rættur. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hava gjørt eina meting tá í 2017.

Føroya rættur hevur so eina aðra meting. Hon verður nú viðgjørd í Fiskimálaráðnum saman við advokatinum hjá ráðnum. Og tann viðgerðin tekur nakrar dagar, sigur Rógvi Reinert.

Einasta mál

Hetta er einasta mál av sínum slagi, sum er endað í rættinum. Føroya rættur hevur eisini dømt Fiskimálaráðið at gjalda Northwest Pelagic endurgjald, tí skip felagsins, Norðhavið, ikki slapp at fiska.

Hvussu stórt, hetta endugjaldið verður, veit eingin at siga enn. Fiskimálaráðið er eisini dømt at gjalda sakarkostnaðin hjá p/f Northwest Pelagic. Hann er góðar 750.000 krónur.

Fiskimálaráðið hevur møguleikan at royna málið í Eystari landsrættti. Tað hevur fýra vikur at umhugsa tann møguleikan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751