Grundstykkið ov lítið

Grundstykkið ov lítið
Hóast verklagslógin um bygning til Sjóvinnustýrið varð samtykt í løgtinginum fyri meira enn einum ári síðani, er byggingin ikki fyrireikað enn
Sjóvinnustýrið skal vera í Miðvági, men fyrst skal ein ognartøka gerast
 
08.08.2019 - 12:22

Hóast verklagslógin um bygning til Sjóvinnustýrið varð samtykt í løgtinginum fyri meira enn einum ári síðani, er byggingin ikki fyrireikað enn.

Orsøkin er grundstykkið í Miðvági. Saman við Vága kommunu varð ein hóskandi staðseting funnin. 

Grundøkið var tó ov lítið, tá avtornaði. Tí er neyðugt at ognartaka ein part hjá grannanum. Vága kommuna er farin undir ognartøkuna. 

Tá tað er gjørt, verður grundøkið latið landinum. 

Biða eftir ognartøkuni

Tekningar og projektering eru neyvt tengdar at staðsetingini, og tí verður ikki stórvegis gjørt við tann partin, fyrr enn vissa er fingin fyri, at landið fær grundøkið.

Tað hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Ætlanin var, at bygningurin skuldi verða liðugur hálvan desember í ár.

Seinkingin ger, at nú byrjar byggingin ikki fyrr enn næsta ár. Kostnaðarætlanin er 13,7 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328