Kvinnulandsliðið tapti fyri Hvítarusslandi

Kvinnulandsliðið tapti fyri Hvítarusslandi
Hepni var ikki við føroyska kvinnulandsliðnum, sum tapti 6-0 fyri Hvítarusslandi í næsta dystinum í undankappingini til EM 2021
 
04.09.2019 - 06:52

- Munurin hesaferð var ikki seks mál. Men óhepni og størri og minni persónlig mistøk høvdu við sær, at málini gerast ov nógv. Hvítarussland dugdi eisini væl at straffa okkum, og so standa vit eftir við enn einum stórtapi, sigur John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, við FSF-heimasíðuna.

Til tíðir var talan um heilt gott føroyskt spæl, men í avgerandi løtunum vóru okkara kvinnur ikki nóg neyvar, og so spurdist ikki meir burtur úr, skrivar FSF.

Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum verður 8. oktober, tá Norra vitjar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590