108.000 tons seld á uppboðssølu

108.000 tons seld á uppboðssølu
Tíggju uppboðssølur av veiðirættindum hava verið í ár
Í ár eru seld 108.000 tons av fiski á uppboðssølu fyri tilsamans umleið 188 milliónir krónur
 
01.10.2019 - 09:01

Í ár eru seld 108.000 tons av fiski á uppboðssølu fyri tilsamans umleið 188 milliónir krónur. Tíggju uppboðssølur av veiðirættindum hava verið í ár

Á afturlatnu uppboðssølunum vórðu seld tilsamans 65.000 tons fyri umleið 120 milliónir. Á opnari uppboðssøku vórðu seld góð 43.000 tons fyri 68 milliónir krónur.

Tað verður upplýst í frágreiðingini um fyrisiting av lógini um sjófeingi, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, legði fyri tingið í gjár.

Higartil 73 milliónir í veiðigjøldum goldin

Haraftrat verður rindað veiðigjald av uppsjóvarfiski, sum ikki verður seldur á uppboðssølu. Higartil í ár eru goldin 73 milliónir krónur í veiðigjøldum. Í fjør vóru veiðigjøldini tilsamans 160 milliónir. 

Jacob Vestergaard sigur í frágreiðingini, at nýggja landsstýrið ætlar at umleggja kvotur, sum eru seldar sum trý og átta ára rættindi, til loyvi við 10 ára uppsøgn.

Eftir uppboðssølutíðarskeiðið skal rindast tilfeingisghald. Tað verður eisini galdandi fyri øll rættindi á Flemish Cap og í Barentshavinum.

Tilfeingisgjaldið verður grundað á yvirskot, har lagt verður upp fyri rentu, oljuprísi og fiskaprísi, soleiðis at inntøkurnar hjá landskassanum við verandi fortreytum vera umleið tær somu sum í fjør, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815