10. hvør tannáringur brúkar pínulinnandi dagliga

10. hvør tannáringur brúkar pínulinnandi dagliga
Stóra norska UngData-kanningin vísur, at fimti hvør tannáringur í Noregi brúkar pínulinnandi tablettir eina ella fleiri ferðir um vikuna
 
28.10.2019 - 13:14

10 prosent brúka pínulinnandi hvønn dag.

Siv Skarstein, granskari á OlsoMet, hevur skrivað doktararitgerð um ungdóm og pínulinnandi, og hevur nú ábyrgdina fyri hesum økinum í stóru UngData-kanningini.

Í 2003 var loyvt at keypa pínulinnandi heilivág í handkeypi, og síðani er sølan vaksin nógv. 

UngData-kanningin er hin størsta um vanar hjá 304.000 tannáringum í Noregi, - eisini um nýtslu av heilivági. Í kanningini upplýstu 20 prosent av tannáringunum, at tey brúka pínulinnandi heilivág eina ella fleiri ferðir um vikuna,  og 10 prosent brúka tað hvønn dag, sigur Skarstein.

Avriksótti

Orsøkirnar eru nógvar, - men tað snýr seg eisini um avrik.

- Tey skulu síggja gott út og tey skulu klára alt. Og hendan væntanin setur seg í kroppin, sigur Skarstein, sum hevur havt samrøður við ung.

Kanningin er eisini býtt út á kommunur, og í nøkrum kommunum hevur triðji hvør tannáringur svarað, at hann hevur tikið sera nógvan pínulinnandi heilivág, - eitt nú Paracetamol.

- Tað hevur nakað at gera við, at tað virkar, og so er bara at halda fram við tí, tí vit vita, at tað hjálpir at brúka pínulinnandi, sigur Susanne Selmer, næmingur í Sand Kommune, sum TV2 hevur tosað við.

Langtíðarhjáárin

Steinar Madsen, leiðari í norska apoteksverkinum, sigur, at ovurnýtslan av pínulinnandi hjá ungum fólki kann geva sálarlig og likamlig hjáárin. 

- Tekur tú eina paracetamol hvønn dag, hevur tað kanska onga ávirkan. Men brúkar tú meira, kann tað fáa álvarslig hjáárin, tí tú kanst eisini gerast bundin av t.d.  paracetamoli. Og fólk kunnu eisini fáa høvuðpínu av ov nógvum pínulinnandi heilivági.

Sambært Steinar Madsen veksur hesin trupulleikin í framtíðini. 

- Vit liva í einum kappingarsamfelagi. Og tað er greitt, at ungfólk eru bangin fyri at gerast eftirbátur, - ikki at klára seg nógv væl til royndina, og tey eru eisini bangin fyri at fáa ilt í búkin. Og tá er tað, at nøkur tíverri detta niður í millum, tí tey kanska ikki hava fingið tann stuðulin, sum tey hava brúk fyri heiman í frá, sigur Steinar Madsen, við norska tv2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084