Skattamálið: Bakmanspolitiið liðugt at kanna Eik

bannari
Skattamálið: Bakmanspolitiið liðugt at kanna Eik
Kanningararbeiðið í sambandi við møguligt revsimál móti Betri Banka fyri skattaundandrátt er liðugt, sigur fútin við vp.fo
 
13.11.2019 - 07:26

Løgreglan er nú liðug at kanna, um revsimál skal reisast móti gamla Eik Banka í sonevnda skattamálinum. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, fyri vp.fo.

– Eg kann ikki siga nakað ítøkiligt um støðuna í málinum, tí málið er framvegis til viðgerðar, men eg kann tó upplýsa, at kanningin er liðug, og at málið er sent til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting, skrivar fútin millum annað í svarinum til VP.

Málið er ikki niðurraðfest

Taks meldaði Betri Banka til løgregluni fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgrfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

Løgreglan hevur síðani - í samstarvi við danska bakmanspolitiið - kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur.

– Sjálvt um eg ásanni, at ein tvey ára málsviðgerðartíð kann tykjast long, merkir tað ikki, at málið hevur verið niðurraðfest, skrivar Michael Boolsen víðari í svarinum til Vágaportalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329