Vatnflóð í Venesia

Vatnflóð í Venesia
- Hetta er úrslit av veðurlagsbroytingum, sigur borgarstjórin í Venesia, Luigi Brugnaro, nú partar av italska miðaldarbýnum standa undir í vatni
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
14.11.2019 - 09:30

Hetta er ringasta vatnflóð í 50 ár. 

Glopraregn hevur verið á leiðini, og fyrrakvøldið var flóðin 187 sentimetrar omanfyri vanligu hæddina, og bygningar og torg stand undir í vatni. Borgarstjórin sigur, sambært Reuters, at umvælingararbeiðið fer helst at kosta fleiri hundrað miljónir evrur. 

Erkabiskuppurin, Francesco Moraglia, sigur, at víðagitna Markus-kirkjan hevur fingið óbótaligan skaðan.

Sambært tølum frá Markus-kirkjuni er hetta sættu ferð í 1.200 ár, at kirkjan stendur undir í vatni. Fýra av vatnflóðunum hava verið innanfyri seinastu 20 árini, sigur Pierpaolo Campostrini, sum er limur í kirkjuráðnum, við 
BBC.

Myndugleikarnir hava síðani 2003 arbeitt við stórari verkætlan at gera verjugarð, har 78 stórir stálkassar í havinum skulu verja økið móti stormflóð. Verkætlanin skuldi, eftir ætlan verða liðug í 2011, men er seinkað fleiri ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392