Eik-dómur: Rokningin kann enda hjá Betri

bannari
Eik-dómur: Rokningin kann enda hjá Betri
Oddamenninir í gamla Eik høvdu eina trygging, sum nú dekkar ein stóran part av 150 milliónunum, sum teir eru dømdir at rinda, sigur Odd Bjellvåg
 
19.11.2019 - 06:52

Tryggingin hjá Betri rindar ein stóran part av rokningini hjá teimum trimum oddamonnunum í fyrrverandi Eik banka, sum í gjár vórðu dømdir at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti.

Tað váttar Odd Bjellvåg, ein teirra, sum í gjár varð dømdur at rinda Fíggjarligum støðufesti endurgjald fyri kollsilgda Eik banka, fyri sjónvarpinum. 

150 milliónir krónur fyri Eik í Føroyum, og 28,6 milliónir krónur fyri Eik í Danmark. Also smáar 180 milliónir krónur í alt tað, sum dómsvaldið hevur dømt oddamennirnir í Eik at rinda í endurgjaldi.

Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellvåg skulu deilast um rokningina, og nakrir teirra eiga eisini sín lut í donsku rokningini. 

Serlig bankatrygging dekkar

Teir høvdu tó eina trygging hjá Betri trygging upp á 125 milliónir krónur um so er, at ein støða sum hendan skuldi taka seg upp.

Tað er langt frá 125 milliónum til smáar 180 milliónir krónur. Um hendan tryggingin ger møguleikarnar hjá oddamonnunum, at rinda rokningina størri er sostatt ivasamt. 

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, vildi ikki gera viðmerkingar til málið í gjár.

Tað kann hugsast, at Betri Trygging er endurtryggjað hjá øðrum tryggingarfelag fyri upphæddina, so Føroya fólk ikki skal rinda rokningina.

Eingin av teimum trimum dømdu vildu í gjár gera viðmerkingar eftir at dómurin var fallin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Undansending
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926