Kæra Eik-dóm

bannari
Kæra Eik-dóm
Føroya rættur fríkendi tann 18. november Bjarna Olsen, fyrrverandi stjóra í Eik, men dømdi hinar tríggjar í leiðsluni at rinda 150 mió í endurgjaldi
Djóni Thomassen, sakførari
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
30.11.2019 - 12:49

Teir tríggir, Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellvåg, sum fyri tveimum vikum síðani fingu dóm í Føroya rætti fyri handfaringina av gamla Eik banka, sum fór av knóranum í 2010, hava kært dómin til landsrættin.

Tað váttar sakførarin hjá Odd Bjellvåg, Djóni Thomassen, í kvøld. 

Føroya Rættur fríkendi tann 18. november Bjarna Olsen, fyrrverandi stjóra í Eik, men dømdi hinar tríggjar í leiðsluni í gamla Eik at rinda 150 milliónir í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti. Bjarni Olsen hevur ikki kært dómin. 

Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellvåg vórðu í Føroya rætti dømdir í trimum av fýra málum, nemliga Sydporten, Valbjørn Dalsgarð og FDI, sum er eitt mál um átta týskar handilsmiðstøðir. 

 >> SÍ EISINI Eik-málið: Her er allur dómurin

Teir eru tó bara dømdir at rinda endurgjald fyri tvey av teimum trimum málunum: Valbjørn Dalsgarð og FDI, tí Føroya rættur metti ikki, at Fíggjarligt Støðufesti hevur verið nóg sannførandi um, hvørt nóg mikið varð gjørt fyri at avmarka tapið hjá bankanum, tá gamli bankin varð avtikin í 2010.

Tað snýr seg ítøkiliga um, at man avhendaði Sydporten fyri seks milliónir krónur til danska Eik, men Fíggjarligt Støðufesti seldi seinni málið fyri 186,6 milliónir krónur.

Hinvegin eru teir tríggir dømdir at rinda 129 milliónir í endurgjaldi fyri FDI og góðar 27 milliónir fyri Valbjørn Dalsgarð - tó í mesta lagi 150 milliónir, tí Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt fyri 150 milliónir. 

 >> SÍ EISINI Eik-leiðslan dømd at rinda 150 milliónir

Føroya rættur kom fram til, at avgerðin um, at yvirtaka lánið hjá EBH Bank uppá 10 milliónir til átta týskar handilsmiðstøðir, bygdi á ófullfíggjað grundarlag, og at leiðslan einki gjørdi fyri at tryggja eina fullfíggjaða lýsing av málinum. 

Í málinum um Valbjørn Dalsgarð var Marner Jacobsen dømdur, hóast hann metti seg ógegniðan, tí á pappírinum ikki var við í viðgerðini av málinum.

Føroya rættur metti, at hann hevur luttikið aktivt í viðgerini av lánsveiting til Valbjørn Dalsgarð, og at leiðslan eigur at ábyrgdast fyri hækkingina av láninum við 40 milliónum í 2008, tá tað var at seta bankan í óneyðugan váða.

Greinin er dagførd 30. november 18:52

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096