Søkja eftir manning til avloysaraskipið

Søkja eftir manning til avloysaraskipið
Stýrimaðurin og maskinmeistarin skulu hava ábyrgd av at fylgja við arbeiðnum upp á skipið, sum stendur í gerð í Noregi
 
14.12.2019 - 14:44

Strandferðslan søkir nú eftir stýrimanni og maskinmeistara til nýggja avloysaraskipið, sum stendur í gerð í Noregi.

Stýrimaðurin og maskinmeistarin skulu verða partur av nýggju manningini á tríkiljuni, og ætlanin er, at teir skulu fara til Noregs í januar at hava ábyrgd av at fylgja og hava eftirlit við byggingini.

Stýrimaðurin og maskinmeistarin skulu eisini fáa upplæring at sigla tríkiljuna.

Freistin at søkja størvini er 3. januar á middegi.

Tríkiljan skal røkja farleiðir hjá strandferðsluni, tá onnur skip m.a. eru á sleipistøð.

Hon hevur nýggjastu grønu tøknina, og kann sigla við bæði gassolju og battarí.

Nýggja avloysaraskipið verður eftir ætlan liðugt í mai næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329