Jenis fær svar um Hoyvíkssáttmálan í dag

Jenis fær svar um Hoyvíkssáttmálan í dag
Landsstýrismaðurin ætlar at skjóta upp fyri tinginum at ógilda Hoyvíkssáttmálan
 
16.12.2019 - 07:50

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fær svar frá uttanlandsnevndini um Hoyvíkssáttmálan á middegi í dag.

Landsstýrismaðurin ráðførdi seg fríggjadagin við uttanlandsnevndina, har hann bað nevndina taka undir við, at uppsøgnin av Hoyvíkssáttmálanum verður ógildað.

Fær hann undirtøku frá uttanlandsnevndini til tess, fer Jenis av Rana á tingfundinum seinnapartin í dag at leggja fram uppskot til samtyktar um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum.

Uttanlandsnevndin hevur fund um málið klokkan 10 fyrrapartin. 

Íslendingar bjartskygdir

Landsstýrismaðurin var í síðstu viku Keypmannahavn og samráddist við íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson. 

Íslendski uttanríkisráðharrin hevur sagt seg vera bjartskygdan um framtíðina hjá Hoyvíkssáttmálanum. 

Sum støðan er í løtuni, fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi á nýggjárinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860