Kærumál skulu framvegis viðgerast í Danmark

Kærumál skulu framvegis viðgerast í Danmark
Føroysk løgreglufólk fáa neyvan eitt føroyskt politiráð at geva donskum myndugleikum ummæli í kærumálum um løgreglufólk
Politistafelagið í Føroyum hevur gjørt greitt, at tað ikki vil, at kærumál og onnur mál móti løgreglufólkum skulu viðgerðast í Danmark
 
18.12.2019 - 07:53

Meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum heldur ikki, at tað er so stórur munur á føroyskum og donskum viðurskiftum innan løgregluna, at tað er neyðugt við serligum ráði.

Tað ger meirilutin greitt í álitinum til uppskotið um nýggja rættargangslóg.

Politistafelagið hevur annars gjørt greitt, at tað ikki vil, at kærumál og onnur mál móti løgreglufólkum skulu viðgerðast í Danmark av "Den lokale Uafhængige Politiklagemyndighed."

Fútin víðari heimildir enn í Danmark

Ístaðin áttu føroyingar at gjørt sum grønlendingar, ið hava serligt ráð fyri kærumál móti løgregluni. Tað ger danska politistafelagið greitt í skrivi, sum tað hevur sent Rættarnevndini vegna føroyska Politistafelagið.

Føroyska Politistafelagið hevur eisini biðið um, at sleppa kravinum um, at fútin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv. Men heldur ikki hesum ynski gongur eftirlíkar meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

  Fútin hevur fleiri heimildir og uppgávur enn ein politistjóri í Danmark, skrivar meirilutin millum annað í grundgevingunum í álitinum til uppskotið. Uppskotið hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816