Jóannes, Jóhann og Eydna ummæla nýggjársrøðuna

Jóannes, Jóhann og Eydna ummæla nýggjársrøðuna
Løgmaður legði dent á felagsskapin og hetjur í gerandisdegnum, tá hann helt røðu fyri fólkinum á nýggjárinum
 
02.01.2020 - 14:00

Hvussu skulu politiskar nýggjársrøður verða skipaðar, og hvussu kláraði Bárður á Steig Nielsen sína fyrstu nýggjársrøðu sum løgmaður?

Tað eru millum annað spurningarnir, sum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum og cand.comm., og Eydna Skaale, retorikari, fara at kjakast um í Degi og Viku í kvøld. 

Í morgun ummælti Turið Nolsøe, retorikari, nýggjársrøðuna í morgunsendingini í útvarpinum.

Hon vísti á, at røðan bygdi í stóran mun á felagsskapin og gerandishetjur í samfelagnum.

Ein nýggjársrøða skal savna fólkið, og hon skal ikki vera ov politisk. Tó helt Turið Nolsøe , at røðan stundum segði ov lítið.

Í kvøld fara so trý serkøn, hvør á sínum øki, at meta um avrikið hjá Bárði á Steig Nielsen á nýggjárinum.

Í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688