Nýggjur forseti í Kroatia

Nýggjur forseti í Kroatia
Fyrrverandi forsætisráðharrin, Zoran Milanovic, vann á sitandi forsetanum, Kolindu Grabar
 
06.01.2020 - 14:52

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Kroatia, Zoran Milanovic, vann forsetavalið í landinum í gjár. Hann bjóðaði sitandi forsetanum, Klindu Grabar, av.

Úrslitið var, at javnaðarsinnaði Milanovic, vann valið ímóti konservativu, Kolindu Grabar.

Hann fekk 53 prosent av atkvøðunum, og sitandi forsetin fekk 47 prosent.

Kolinda Grabar varð vald til forseta í 2015, og hon var fyrsti kvinnuligi forsetin í landinum. Hon noyðist nú at leggja frá sær.

Zoran Milanovic var forsætisráðharri í Kroatia frá 2011 til  januar 2016.

Kroatia tók við formansskapinum í ES 1. januar, og tað er samstundis fyrstu ferð, at landið stendur á odda fyri ES, eftir at landið fekk limaskap í samveldinum í 2013.

Tað hevur eisini vð sær, at Kroatia næstu seks mánaðirnar skal fylgja við, at Bretland fer úr ES, og hvørja avtalu landið fær við sær, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655