ALS kann lofta arbeiðsloysi í 12 ár

ALS kann lofta arbeiðsloysi í 12 ár
Eginognin hjá Arbeiðsloysisskipanini er nú 910 milliónir kr.
 
07.01.2020 - 10:50

Arbeiðsloysisskipanin er nú so væl fyri fíggjarliga, at hon kann lofta einum arbeiðsloysi, sum er átta prosent, í 12 ár.

Er arbeiðsloysið tíggju prosent, kann ALS gjalda í seks ár, áðrenn kassin er tómur.

Tað metir ALS-stýrið, sum tí mælir til at lækka inngjaldið og hækka útgjaldið.

Við árslok 2013 var eginognin hjá ALS 207 mió. kr. Nú er hon 910 mió. kr.

Arbeiðsloysið kann nú vera 5,5 prosent, áðrenn raksturin hjá Arbeiðsloysisskipanini fer at geva hall.

Arbeiðsloysið er 0,8 prosent.

Inngjaldið minkar 55 mió. kr.

Inngjaldið skal lækka niður í eitt prosent. Tað hevur verið 1,25 prosent í átta ár. 

Hetta fer at geva ALS 55 mió. kr. minni í ár. Inngjøldini í ár lækka úr 255 milliónum niður í 200 milliónir krónur. 

Útgjaldið er ikki broytt síðani 2012. ALS-stýrið mælir til at hækka útgjaldið úr 17.500 krónum um mánaðin upp í 18.500 krónur.

Lógin um ALS skal eisini broytast, tí nú skal eftirløn gjaldast av arbeiðsloysisstuðli.

Eftirlønargjaldið verður ikki tikið av stuðlinum, men lagt oman á hann.

Hetta fer at kosta ALS tíggju milliónir krónur í ár og 20 milliónir í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053