Mutur í ítrótti kann geva tvey ára fongsul

Mutur í ítrótti kann geva tvey ára fongsul
Lóg um matchfixing er á veg í Føroyum
 
09.01.2020 - 09:47

Mutur í ítrótti kann geva heilt upp í tvey ára fongsulsrevsing.

Ein lóg um óreiðiliga ávirkan á ítróttakappingar, ella matchfixing, er á veg í Føroyum.

Í uppskotinum um lógina, sum er til hoyringar í løtuni, stendur, at revsivert er at mutra tey, sum á onkran hátt eru við í ítróttakapping.

Tað er eisini revsivert hjá teimum, sum eru við í kappingini, at taka ímóti mutri. 

Revsingin kann verða sekt ella fongsul upp í eitt ár. 

Í serliga álvarsligum førum kann revsingin fara upp í tvey ára fongsulsrevsing. 

Vita einki um matchfixing

Uttanríkis- og mentamálaráðið veit ikki um, at matchfixing er ein trupulleiki í føroyskum ítrótti.

Men mett verður, at neyðugt er at áseta reglur, sum fyribyrgja óreiðiliga ávirkan á ítróttakappingar.

Lógin fer at umfata landskappingar, altjóða kappingar, kappingar, har føroysk landslið eru við, og kappingar, sum geva atgongd til Oyggjaleikirnar ella Olympisku leikirnar. 

Hinvegin fer ásetingin ikki at umfata skúlakappingar, firmakappingar og kappingar í barna- og ungdómsdeildunum fyri tey, sum ikki eru nóg gomul til at vera við í vaksnamannakappingunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392