Í rættin fyri at bróta ramsar-kunngerðina

Í rættin fyri at bróta ramsar-kunngerðina
Átta mans, sum sigldu við vatnskutara í havnini í Nólsoy, nokta seg sekar
Frá 15.apríl til 31.august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm
Mynd: Savnsmynd  
 
13.01.2020 - 10:25

Føroya rættur skal nú gera av, hvussu stóra sekt, tey skulu fáa, sum bróta ramsar-kunngerðina.

20.juli í 2018 vórðu nakrir mans tiknir fyri at sigla við vatnskutara í havnini í Nólsoy.

Teir blivu skuldsettir fyri at bróta Ramsarkunngerðina.

Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15.apríl til og við 31.august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm.

Nokta seg sekar

Teir átta menninir nokta seg sekar.

Í ramsarkunngerðini stendur, at tey, sum bróta hana, verða revsað við sekt.

Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða. 

Ramsarkunngerðin kom í 2017. Hon byggir á lógina um at verja havumhvørvið. 

Kunngerðin er gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum.

Ramsarkunngerðin og vatnskutararnir eru á rættarlistanum næsta mánadag og týsdag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373