Corona: Nógv fleiri smittað enn higartil hildið

bannari
Corona: Nógv fleiri smittað enn higartil hildið
Talið á fólkum, sum hava fingið coronavirusið í Kina, er nógv størri, enn almennu tølini vilja vera við, siga bretsk vísindafólk
Coronavirusið er funnið í Kina og Thailandi
 
18.01.2020 - 16:25

Talið á fólkum, sum hava fingið coronavirusið í Kina, er nógv størri, enn almennu tølini vilja vera við. Tað siga bretsk vísindafólk við bretska kringvarpið, BBC.

Higartil eru staðfestir 50 tilburðir við virusinum, men bretsku vísindafólkini meta, at talið fer at nærkast 1.700.

Kunngjørdu frágreiðing í gjár

Eg eri nógv meira stúrin, enn eg var fyri einari viku síðani, sigur smittuverjufrøðingurin Neil Ferguson sambært BBC. Men, tað er kortini ov tíðliga at ávara um støðuna, sigur professarin.

Tað eru vísindafólk á Imperial College í London, sum hava skrivað eina frágreiðing, sum varð kunngjørd í gjár. Coronavirus er eisini staðfest í Tailandi og Japan. Í báðum førunum høvdu fólkini vitjað í kinesiska stórbýnum Wuhan.

Myndugleikarnir halda, at tað nýggja virusið kemur frá einum fiskatorgi í kinesiska býnum. Higartil eru ikki tekin um, at virus smittar frá fólki til fólk, men hetta kann ikki heilt avvísast, siga kinesisku myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815