Forsetaval: Mælir til at velja kvinnur

Forsetaval: Mælir til at velja kvinnur
New York Times mælir frá at velja Bernie Sanders og Joe Biden, tí teir eru ov gamlir
New York Times mælir lesarum sínum at velja annað Elizabeth Warren, høgrumegin, ella Amy Klobuchar til demokratiskt forsetavalevni
 
20.01.2020 - 10:38

 Kenda amerikanska dagblaðið, New York Times, vísir nú á, hvønn blaðið heldur er besta boðið at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum til forsetavalið í heyst. 

Heldur óvanligt brýtur blaðið nú við eina 160 ára gamla siðvenju, og vísir ikki bara á eitt, men tvey valevni. Og blaðið mælir lesarunum til at seta krossin við annaðhvørt Amy Klobuchar ella Elizabeth Warren. 

New York Times verður víst á, at tær báðar kvinnurnar umboða hvør sín vong í demokratiska flokkinum. 

Elizabeth Warren vil draga flokkin og samfelagið til vinstru, og hevur millum annað fleiri ferðir mælt til strangari eftirlit við virkseminum hjá fíggjarheiminum á Wall Street.

Vælferð og grønt orkuskifti

Amy Klobuchar hoyrir til meira semjusøkandi partin av demokratiska flokkinum. Hon hevur undir valstríðnum serliga lagt dent á størri vælferð fyri allar borgarar og  eitt grønt orkuskifti. 

New York Times vrakar sostatt báðar oddamennirnar í stríðnum hjá demokratiska flokkinum at gerast forsetavalevni, Joe Biden og Bernie Sanders.

Í grundgevingini verður víst á, at blaðið heldur teir báðar verða ov gamlar. Bernie Sanders er 79 ára gamal, og Joe Biden er 77 ára gamal. 

Elizabeth Warren og Amy Klobuchar eru ávikavist 70 og 59 ára gamlar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053