Nógv vilja vera deildarleiðarar

Nógv vilja vera deildarleiðarar
Stjórin á Landsverki væntar, at nýggju deildarleiðararnir byrja seint í vár ella tíðliga í summar
 
21.01.2020 - 13:11

Stórur áhugi er fyri nýggju deildarleiðarastørvunum á Landsverki, sum herfyri vórðu lýst leys.

Freistin at søkja var úti í gjár.

Fimm umsóknir komu til starvið sum leiðari á fíggjardeildini, 18 umsóknir eru til starvið sum deildarleiðari til starvsfólkadeildina, og átta umsóknir eru til starvið sum deildarleiðari fyri virkisdeildina.

Fegin um umsóknirnar

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki sigur, at stórur eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi í løtuni, og hetta ávirkar serliga talið av umsóknum til fíggjardeildina, men stjórin sigur seg vera fegnan um tær umsóknirnar sum eru komnar.

Hann leggur aftrat, at stórir møguleikar eru at gera seg galdandi, tá so stórar bygnaðarbroytingar verða gjørdar, sum nú eru í umbúna á Landsverki.

Tilgongdin at viðgera umsóknirnar byrjar nú, sigur Sigurd Lamhauge, og hann væntar, at nýggju deildarleiðararnir byrja í starvinum seint í vár ella tíðliga í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334