Breddin: Renta, sáttmálatræta og Suðuroyartunnil

Breddin: Renta, sáttmálatræta og Suðuroyartunnil
Trý evni eru á Breddanum í útvarpinum eftir tíðindi klokkan 17
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina. Seinnapartin fóru semingsmenninir á fund við Starvsmannafelagið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2020 - 13:58

Eftir null-rentu í drúgva tíð, eru eisini føroysku peningastovnarnir farnir at handla við negativum rentum. Men hvørjar avleiðingar hava negativu renturnar fyri eitt samfelag?

​- Vit fáa ein búskap, sum er á stereoidum, sigur danski bankaserfrøðingurin, Lars Krull.​

​Eisini verður tosað við føroyskan bankastjóra.​

​Hvat er reallønarvøkstur?

Semingsstovnurin er komin upp í strandaðu samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men hvat merkir tað, tá tosað verður um reallønarvøkstur?

Og fylgja lønirnar við vøkstrinum í samfelagnum? ​

Suðuroyartunnil

​Suðuroyartunnil er á skránni fyri fyrsta løgtingsfund í ár.

Tingið skal viðgera eitt andstøðuuppskot til samtyktar um at stovna eitt partafelag til at gera tunnilin.

Breddin skattar dýpið í politisku skipanini um hesa risa verkætlan. ​

​Breddin - í útvarpinum klokkan fimm minuttir yvir fimm.​

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809