Friðingarnevndirnar takast av

Friðingarnevndirnar takast av
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava lagt uppskotið framaftur, sum datt burtur í farnu tingsetu
 
26.01.2020 - 10:12

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava skotið upp fyri tinginum, at friðingarnevndirnar verða tiknar av, og at flyta heimildirnar hjá nevndunum til landsstýrismannin, sum so væntandi leggur sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita.

Uppskotið hevur samband við málið um náttúru-margfeldislógina, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu fram í november, og sum er til viðgerðar í tinginum.

Sirið Stenberg, sum var landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, legði eisini eitt uppskot um náttúru-margfeldislóg fyri tingið, men tað datt burtur, tá tingið fór í summarfrí.

Sambært uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, skal náttúru-margfeldislógin koma í gildi 1. juli í ár, og við henni verða partar av náttúrufriðingarlógini óneyðugir og tí strikaðir. 

Staðbundnu friðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndin eru at rokna sum myndugleikar uttan fyri almennu fyrisitingina, og hava sínar heimildir beinleiðis frá løgtinginum.

Tíðin farin frá skipanini

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda, at tíðin er farin frá skipanini, har slíkar heimildir eru lagdar uttan fyri almennu fyrisitingina. 

Tað er ein rættartrygd, at avgerðir hjá einum myndugleika kunnu kærast, annaðhvørt til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella til eina kærunevnd, siga teir í viðmerkingunum til uppskotið. 

Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna, skeyt eisini upp at taka friðingarnevndirnar av, men uppskotið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426