38 deyð aftrat av coronavirusi

bannari
38 deyð aftrat av coronavirusi
7.700 fólk eru sjúk, og 12.000 eru smittað
 
30.01.2020 - 09:23

Seinasta samdøgrið eru 38 fólk í Kina deyð av coronavirusinum, og tað er tað mesta í eitt samdøgur. Samstundis verður upplýst, at 7.700 fólk eru sjúk, og hildið verður, at 12.000 eru smittað.

Talið av deyðum er nú komið upp í 170 fólk, upplýsa myndugleikarnir. Fleiri evropeisk lond arbeiða við at fáa fólk úr Kina, og hjálparfólk eru send til landið.

Gevast at flúgva

Fleiri av heimsins stóru flogfeløgunum eru givin at flúgva til Kina, teirra millum eru British Airways og Lufthansa.

Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar nú ímóti virusinum, og heitir á øll heimsins lond um at vera á varðhaldi, tí tað er ikki óvist, at virusið fer at breiða seg skjótari.

Í dag fer WHO at hava fund, og tá skal støða takast til, um orsøk er til at lýsa eina heimsfevnandi neyðstøðu.

Ígerðartíðin verður mett at vera tvær vikur, so fólk, sum fáa smittuna, kunnu lættliga smitta onnur, áðrenn tey sjálvi gerast sjúk, skrivar Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329