SAS gevst nú eisini at flúgva til Kina

bannari
SAS gevst nú eisini at flúgva til Kina
Orsøkin er coronavirusið, sum tók seg upp í Kina fyri einum góðum mánaði síðani
Vanliga flýgur SAS 12 ferðir um vikuna til  Beijing og Shanghai
 
04.02.2020 - 14:54

Fleiri stór flogfeløg eru fyribils givin at flúgva til Kina, og í dag boðar SAS frá, at felagið fer ikki at flúgva aftur til Beijing og Shanghai í februar.

Orsøkin er coronavirusið, sum tók seg upp í Kina fyri einum góðum mánaði síðani. Felagið fer ikki at selja ferðaseðlar til býirnar aftur fyrr enn hálvan mars.

Fólk, sum hava keypt ferðaseðil, kunnu annaðhvørt fáa pengarnar aftur, ella kunnu broyta ferðina, upplýsir felagið.

12 ferðir um vikuna

Vanliga flýgur SAS 12 ferðir um vikuna til  Beijing og Shanghai. Flúgvingin til Hongkong heldur tó fram sum vanligt, sigur felagið.

Fleiri onnur flogfeløg eru eisini givin at flúgva til Kina, og í gjár boðaði Lufthansa frá, at felagið ikki fer at flúgva til Kina í februar.

Eisini British Airways, United Airline, American Airlines, KLM, Air France og Turkish Airlines eru givin at flúgva til Kina fyribils, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961