Ungdómsting: Øll á miðnámi skulu fáa lestrarstuðul

Ungdómsting: Øll á miðnámi skulu fáa lestrarstuðul
Tað kostar landskassanum 13,5 mió. kr. at geva teimum, sum eru yngri enn 18 ár, lestrarstuðul í staðin fyri bókastuðul
Ungdómstingið hevur viðgjørt 12 mál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.02.2020 - 13:24

Vantandi lestrarstuðul til ung undir 18 ár, sum eru á miðnámi, ger, at nógv 15, 16 og 17 ára gomul arbeiða fyri at hava ráð at vera á miðnámi.

Onnur bíða við at fara á miðnám, til tey eru vorðin 18 ár.

Ungdómstingið hevur samtykt uppskot frá næmingum í 9.a í Hoyvíkar skúla um at broyta lógina um lestrarstuðul, so øll, sum eru á miðnámi, fáa lestrarstuðul.

Tað kostar landskassanum 13,5 mió. kr. at geva teimum, sum eru yngri enn 18 ár, lestrarstuðul í staðin fyri bókastuðul.

Talan er um 800 næmingar.

12 mál

Atkvøtt varð um 12 mál á ungdómstinginum fyrrapartin.

Nøkur uppskot vórðu samtykt og onnur fullu.

Uppskotið um at minka tímatalið í fólkaskúlanum varð væl og virðiliga felt, og tað varð uppskotið um at lækka valaldurin niður í 16 ár eisini.

Men lítil prutl eiga at sleppa at koyra 50 km/t, hóast Ráðið fyri ferðslutrygd mælir frá tí, hevur ungdómstingið samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672